Jødi ovfarin av føroyingum

Hósdagin kemur amerikanski messianski jødin, Jeffrey Bernstein til Føroya, og hesa næstu tíðina fer hann at ferðast kring landið at greiða frá sínum arbeiði millum kristin og jødar kring heimin.

 

Jeffrey Bernstein vaks upp í einum jødiskum umhvørvi í Brooklyn í  New York og hann hevur virkað ímillum ortodoksar jødar í Amerika, Moskva, India og Mið Asia.

 

Fyrstu ferð, hann var er, var í 2009 og tá var hann óvfarin at hitta so mong trúgvandi, ”ið høvdu ein djúpan kærleika til Ísrael og til tað jødiska fólkið”, sum hann málber seg.

 

Han heldur ikki, at tað er av tilvild, at tað eru 18 oyggjar, ið tilsamans eru Føroyar. 

 

- Átjan er hebraiska heitið fyri ”Chai”, ið merkir ”lív”, leggur hann afturat.