Fótbóltsglaðir afrikanar gleða seg. Í døgunum frá 20. januar til 10. februar 2008, verður Africa Nations Cup - afrikanska meistaraskapið - í fótbólti. Ghana verður vertstjóð hesuferð. Afrikanska meistaraskapið verður hildið annað hvørt ár. Hjálparvenjarin hjá Portsmouth er ikki so glaður fyri tíðarásetingina. Joe Jordan vísir á, at Portsmouth missir fimm leikarar úr hópinum, og at tað kemur illa við hjá Pompey. Fyrrverandi Chelsea-leikarin Gavin Peacock er ósamdur: ?Tá feløgini skriva sáttmála við ein afrikanskan leikara, so vita teir væl og virðiliga, at annað hvørt ár fer hesin avstað í januar mánað at umboða land sítt í Africa Nations Cup.? Joe Jordan heldur, at kappingin burdi verið í Juni. Men Gavin Peacock sigur: ?Afrikanar høvdu fyri langari tíð síðani lagt kappingina í juni, um tað var grundarlag fyri tí! Tað er uppgávan hjá afrikonsku fótbóltssamgonguni at menna afrikanskan fótbólt, og ikki evropeiskan.? Chelsea missir fýra leikarar til afrikanska meistaraskapið. Har ímillum Didier Drogba. 79% av leikarunum, sum skulu leika í Africa Nations Cup, eru yrkisleikarar í Evropa.










