Tann fyrrverandi demokratiski varaforsetin, Joe Biden, fer í morgin at seta í gongd herferðin at gerast næsti forseti í USA.
Tað upplýsa keldur, sum kenna til ætlanirnar hjá Joe Biden fyri tíðindastovuni AP.
Somu boð koma frá sjónvarpsstøðuni CNN og NBC.
Longu áðrenn hann hevur boðað frá, at hann stillar upp, liggur 76 ára gamli politikarin framman fyri allar hinar kappingarneytarnar, sum royn at verða tilnevndir til forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum.
Forsetavalið verður í november næsta ár. Tað verður hildið at vera ógvuliga sannlíkt, at republikanarin Donald Trump fer at royna at verða afturvaldur sum forseti.
Biden var varaforseti hjá Barack Obama frá 2009 til 2017. Fyri tað tíð hevði hann í nógv ár verið limur í Kongressini.
Uppvøkstur hansara í eini arbeiðarafamilju hevur gjørt hann vælumtóktan í arbeiðarastættini.
Fyrsta staðið hann fer at steðga í herferð síni verður hjá fakfelagsskipaðum arbeiðarum í Pittsburgh í statinum Pennsylvania mánadagin, sigst.
Við Biden á plakatini telja demokratisku avbjóðararnir nú 20 fólk. Teirra millum seks kvinnur, fimm littir politikarar og ein demokratur, sum er úr einum seksuellum minniluta.
Biden hevur tvær ferðir fyr uttan eydnu roynt at verða tilnevndur sum forsetavalevni hjá Demokratunum. Hesaferð fer hann at satsa upp á at fáa fakfeløgini at stuðla sær, skrivar AP.
Biden var í næstan 40 ár senatorur í Delaware. hann er kendur fyri dagliga at taka tokið f´ra Wilmington í Delaware til Washington fyri at røkja starv sítt í Senatinum.
Eftir at Trump varð valdur sum forseti í 2016 hevur Demokratiski flokkurin flutt seg longri til vinstru. Nakrir viðmerkjarar siga, at tað kann vera ein trupulleiki hjá Biden, sum vanliga hevur verið miðsøkjandi í politikki sínum.
Hann stuðlaði í 2003 George W. Bush í krígnum í Irak.
/ritzau/
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }