Joe Biden er ikki ovfarin um Prigozjin

- Eg veit ov lítið um, hvat er hent, men tað hendir ikki nógv í Russlandi, sum Vladimir Putin ikki stendur aftanfyri, sigur forsetin.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur seg ikki vera ovfarnan av, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, helst er deyður í einari flogvanlukku í dag.

 

- Eg veit ikki við vissu, hvat er hent, men eg eri ikki ovfarin, sigur amerikanski forsetin.

 

Hann leggur aftrat, at hóast hann veit lítið um hendingina, sigur hann kortini, at tað hendir ikki nógv í Russlandi, sum Vladimir Putin ikki stendur aftanfyri.

 

Wagner-bólkurin sigur í kvøld, at bæði leiðarin, Jevgenij Prigozjin og stovnarin av Wagner, Dmitrij Utkin, lótu lív í flogvanlukkuni í dag.

 

Sambært russiskum myndugleikum, sum útlendskir miðlar endurgeva í kvøld, stóð Jevgenij Prigozjin á ferðafólkalistanum.

 

Í kvøld frættist eisini, at ein kelda vestanfyri, sum ikki er navngivin, vil vera við, at flogfarið, sum í kvøld datt niður norðanfyri Moskva, varð skotið niður.

 

Keldan, sum er embætisfólk, sigur við Financial Times, at flogfarið varð rakt av einari russiskari loftverjurakett.

 

Embætisfólkið sigur seg tó ikki kunna vátta, at Wagner-leiðarin var í privatflogfarinum, sum datt niður norðanfyri russiska høvuðsstaðin.