Amerikanski forsetin, Joe Biden, sum í kvøld hevur kunnað um Ukraina-støðuna eftir at hava snakkað við sínar sameindu í Nato, segði, at allar orsøkir eru til at halda, at Russland ein av komandi døgunum fer at leypa á Kiev, sum er høvuðsstaður í Ukraina.
Joe Biden heldur, at Vladimir Putin hevur tikið støðu til at gera innrás í Ukraina, og hann heldur, at russiski herurin fer at leypa á Kiev, sum er ein býur við 2,8 miljónum ósekum fólkum, sum amerikanski forsetin tók til.
Upp á spurningin, um Joe Biden er sannførdur um, at Russland fer at gera innrás í Ukraina, svaraði amerikanski forsetin avgjørdur:
- Ja.
Forsetin helt í sínari kunning eisini upp á, at Russland spjaðir lygnir.
Joe Biden segði seg hava prógv fyri, at , tí Russland ger søgur um, at Ukraina ætlar at leypa á sjálvstýrissinnaðu regiónirnar, Luhansk og Donetsk í Donbass-økinum í eystara parti av Ukraina, sum verða stuðlaðar úr Russlandi.
Hóast hann var svartskygdur um samráðingarloysn, útilokaði Joe Biden kortini ikki, at møguleikar enn eru fyri diplomatiskum loysnum, tí, sum hann segði, so hevur Russland framvegis møguleikan at velja diplomati.
Uttanríkisráðharrin í USA, Antony Blinken, skal mikudagin í komandi viku hitta russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, har teir báðir skulu røða um Ukraina-kreppuna.
Sambært USA hevur Russland nú út við 190.000 herfólk nær markinum til Ukraina.











