Føroyskir arbeiðsgevarar standa í harðari kapping við útlendingar um føroyska vitanartilfeingið. Tað er ein sannroynd at stórur partur av føroyingum, sum nema sær útbúgving uttanlands, ongantíð koma heimaftur. Jobmatch er eitt ítøkiligt afturvendandi átak fyri at venda hesi gongd, har føroyskar fyritøkur og stovnar fáa ein framúrskarandi møguleika at tiltrekkja arbeiðsmegi.
Soleiðis siga fyrireikararnir av Jobmatch sum er tiltak at fáa samband millum lesandi og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Tiltakið verður hjá Østrøm í Havn millum jól og nýggjárs, og er Tórshavnar kommuna saman við fyrireikarunum farin undir at fyrireika tiltakið.
Í fjør eydnaðist Jobmatch sera væl. Í eftirmetingunum vístu allar fyritøkurnar á, at tiltakið var væl fyriskipað, eins og nærum 90 prosent av teimum vitjandi hildu luttakandi fyritøkur og stovnar vera áhugaverdar. Harumframt fingu fleiri enn 30 av teimum vitjandi ítøkiligt tilboð á starvstevnuni. Tann samlaða eftirmetingin sæst í viðhefta skjali, siga fyrireikararnir.
Tó vístu fleiri av luttakarunum á, at stóra høllin við síðurnar av Østrøm ikki var nøktandi, av tí at har var ov kalt at sita leingi. Hetta er tikið til eftirtektar í Østrøm, har timburhøllin, sum í fjør varð nýtt til millumgongd, nú verður umvæld, soleiðis at hølið verður isolerað og heitt í desember. Á henda hátt fáa vinnan og tað almenna enn betur karmar at vísa sítt fjølbroytni fyri síni komandi starvsfólkum, siga tey.
Aftur í ár er ætlanin at endurtaka væl eydnaðu kvøldsetuna, har fyrilestrar, kjak og tónleikur vera á skránni.