Jobmatch setur aftur met

35 fyritøkur hava boðað frá luttøku á ársins útgávu av Jobmatch, sum í ár verður í Norðurlandahúsinum.

Aftur í ár verður skipað fyri Jobmatch í jólaferiuni hjá teimum lesandi. Týsdagin 30. desember standa 35 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til reiðar í Norðurlandahúsinum at møta lesandi, nýútbúgvin og útisetum sum heild.

 

Aftur í ár setur Jobmatch luttøkumet við 35 fyritøkum, stovnum og kommunum, sum er tað mesta nakrantíð. Yvirlit yvir luttakandi fyritøkurnar er at síggja á jobmatch.fo

 

Fyriskipararnir boða frá, at tað longu nú er møguligt at bíleggja eitt JobPrát við eina ella fleiri av teimum luttakandi fyritøkunum, stovnunum ella kommununum. Best er at bíleggja áðrenn 22. desember, men seinasta freist at bíleggja JobPrát er sunnudagin 28. desember kl. 16.00. Eitt JobPrát er ein óbindandi styttri samrøða (10-15 min.), har høvi er at kunna seg um møguleikar og greiða frá um seg sjálva.