Nú góð vika er eftir, til Jobmatch-starvsstevnan byrjar, kunnu fyrireikararnir staðfesta, at fullsett er við fyritøkum og stovnum, sum ynskja at koma í samband við føroyingar, ið eru undir lestri ella hava fingið sær eina útbúgving.
Jobmatch verður hósdagin 29. desember, og tilsamans 21 fyritøkur og stovnar eru við til tiltakið, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri í samstarvi við Altjóða Skrivstovuna, Vinnuhúsið og MFS.
Tað hevur nógv at siga, at vit hava tætt samband við okkara ungu lesandi uttanlands, og sum vit vónandi fáa heimaftur á klettarnar at gera seg galdandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum er fegin um, at Jobmatch fær so góða undirtøku.
Vit hava havt eina vinnumenningarætlan í Tórshavnar kommunu, so høvuðsstaðurin kann hava nakað at bjóða ungdóminum at koma heimaftur til eftir lokna útbúgving, tí skulu vit koma víðari og fáa búskaparvøkstur, mugu vit eisini fáa ein fólkavøkstur, sigur Heðin Mortensen.









