Jobin: vit hava alla tíðina trúð uppá tað

- Vit hava alla tíðina trúð uppá tað. Tað segði tvífaldi AB-málskjúttin við Trónd Arge hjá Rás2 aftaná dystin millum AB og EB/Streym úti á Argjum, sum AB vann 3-1. AB hevði bert tvey stig aftaná 10 umfør. Seinastu sjey umførini hevur AB vunnið heili 16 stig.

 

AB-venjarin, Sámal Erik Hentze helt seg kunna halda eina góða ólavsøku, aftaná enn ein sigur á heimavølli. Hann var tó eitt sindur vónbrotin av, at AB ikki megnaði betur at gagnnýta 2-0 leiðsluna, sum liðið fekk aftaná sjey minuttirs spæl.

 

Verjiskansin hjá EB/Streymi, Marni Djurhuus hevði onga umbering fyri tapinum, og vildi ikki skylda uppá tær evropeisku uppgávurnar hjá EB/Streymi. - Vit taptu ímóti einum góðum AB-liði, staðfesti Marni Djurhuus aftaná dystin.

 

Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum. Sorin Anghel var viðmerkjari til dystin á Rás2 í kvøld. Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra tað, sum Jobin Drangastein, Marni Djurhuus og Sámal Erik Hentze søgdu við Trónd Arge, aftaná dystin.