Jobin: Vit høvdu uppiborið minst eitt stig

(Rás2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jobin Drangastein hjá AB aftaná 1-2 tapið ímóti Víkingi

Víkingur fekk øll trý stigini á Argjum, tá teir fyrr í kvøld vunnu 2-1 á AB. Í steðginum var AB á odda 1-0. 

 

Í seinna hálvleiki gingu landsliðsspælararnir hjá Víkingi, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar undan. Atli javnaði við góðum langskoti, og Sølvi skoraði sigursmálið við brotssparki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við miðvallaran hjá AB, Jobin Drangastein.

 

Jobin Drangastein heldur, at talan var um eitt stórt vónbrot fyri hann og liðfelagarnar. Jobin heldur, at AB í hesum dystinum høvdu uppiborið minst eitt stig.

 

- Elias bjargaði teimum sigurin, sigur Jobin Drangatein og sipar til stóru bjargingarnar Elias Ramussen hevði í Víkinga-málinum ímóti dystarenda. 

 

Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi hoyrist HER