Aftaná tveir javnleikir hava argjamenn rent seg í tvey tap, og í dag tapti AB 1-3 ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.
Jobin Drangastein heldur ikki, at uppgávan hjá AB gjørdist betri ella lættari, tá hann og liðfelagarnir lótu tvey løtt mál inn í fyrra hálvleiki.
Jobin Drangastein er tó lutvíst nøgdur við seinna hálvleik, har argjamenn møttu klaksvíkingum longuri uppi á vøllinum, og fingu svarað aftur við at minka um munin til 1-2, men ólukkutíð fyri argjamenn gjørdu teir brotsspark bert fáar minuttir seinni, og so var munurin aftur tvey mál.
Jobin Drangastein heldur, at teir yngru á liðnum byrja at venja seg við leikferðina í Betrideildini, og hann hevur vónir um, at skjótt fer tað aftur at koppa tann rætta vegin hjá AB.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Jobin Drangastein í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.
Samrøðan Rás2 gjørdi við hattrick-málskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð hoyrist HER