Jobin: sárt at tapa á Toftum í dag

AB valdi sær løtuna illa at tapa ímóti B68, og harvið seta seg í vandabólkin í effodeildini

B68 vann tann sera týdningarmikla heimadystin ímóti AB við 3-2, og hevur nú lagt seg undir liðini á AB við fýra stigum.

 

Jobin Drangastein hjá AB viðgongur eisini, at løtan var illa vald til eitt tap, tí við einum javnleiki ella sigri í dag kundu teir hildið eina ávísa frástøðu til botnin.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Jobin Drangastein segði í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.