Jóansøkudysturin endaði javnur

1. DEILD: Kenslan var, at heimaliðið misti tvey stig á Vágseiði, meðan NSÍ vann eitt stig

Tað vóru teir næstbestu hjá NSÍ, sum í kvøld vóru jóansøkugestir á Vágseiði, har líkindini – serliga í fyrra hálvleiki – ikki vóru nakað serlig. Tað var nógvur vindur út eftir vøllinum, og í fyrra hálvleiki var tað heimaliðið, sum hevði vindin undan.

 

Úrslitið var 2-2 eftir 2-1 heimaleiðslu í fyrra hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er næstfremst við 24 stigum. Tað eru seks stig fram til B36, og tað er eitt stig aftur til Víking, sum nú er á bronsuplássi.

 

Eitt korter var farið, tá ið Kári Hansen legði NSÍ á odda 1-0 eftir langa frísparksframlegging. Tað vóru nógvir heimamenn í brotsteiginum, men kortini eydnaðist tað NSÍ at skora.

 

 Kring hálva tíman skoraði FC Suðuroy tvær ferðir í átta minuttir. Í báðum førum var Fríði Holm málskjútti. Tað fyrra var eftir uppspæl í høgru og innlegg. Jimmy Abdul, sum í kvøld var vongverji í høgru, átti innleggið. Eisini í seinna førinum, tá ið Fríði Holm skoraði, var tað eftir uppspæl í høgru. Tá var tað Pætur Augustinussen, sum átti innleggið.

 

Eftir steðgin vóru líkindini frægari, og FC Suðuroy hevði nógvar atsóknir og fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Eitt nú vann heimaliðið fleiri hornaspørk. Men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna, og so var tað NSÍ, sum javnaði til 2-2, tá ið tað restaði eitt korter. Málskjútti eftir fínt álop fram eftir miðásinum var Ari Miné Jacobsen.

 

Fríði Holm hevur nú skorað fimm mál í ár fyri FC Suðuroy. Í kvøld skoraði Kári Hansen fyri fyrstu ferð í ár fyri NSÍ, og Ari Miné Jacobsen var fyri fyrstu ferð síðani í 2022 málskjútti í næstbestu deildini.