Jóansøkubál verður á Hvítanesi

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, fer at halda røðu, tá jóansøkubál verður á Tvøroyri.

Skráin fyri jóansøku, sum verður á Tvøroyri í døgunum 24.-28. juni, er rættiliga rúgvusmikil og fjølbroytt.

 

Í skránni er nakað til øll, bæði børn, vaksin og til tey meira tilkomnu.

 

Lagt verður fyri longu mikukvøldið 24. juni klokkan 21, tá jóansøkubál verður á Hvítanesi við felagssangi og røðu.

 

Hetta tiltak verður fyriskipað í samband við, at jóansøka í ár hevur níti ár á baki.

 

Søguliga skipið Thorshavn, sum suðuroyingar eiga, liggur við brúnna á Hvítanesi og fer at hava opið “hús”.

 

Umborð á Thorshavn verður søla av kakao, kaffi, bollum - og til tey vaksnu verður eisini okkurt gott fyri tostan, sum tikið verður til í skránni.

 

Við tiltakið fer Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og ein av stigtakarunum til Thorshavn-verkætlanina, at halda røðu.