Jóannes til Garden Party hjá Elisabeth drotning

Føroyski sendimaðurin í London hevur í dag verið á Garden Party hjá ensku drottningini.

Føroyski sendimaðurin í London hevur í dag verið á Garden Party hjá drottningini.

 

Jóannes V. Hansen, sendimaður, og frú Tonicia Hansen vóru í dag boðin inn á Buckingham Palace, har tey luttóku til Garden Party hjá Elizabeth II drottning og Philip prinsi, Duke of Edinburgh.

 

Philip prinsur fyllir í dag 93 ár, og tí var hetta ein serligur dagur fyri kongshúsið og allar gestir teirra.

 

Jóannes V. Hansen er her avmyndaður saman við konuni til nevnda Garden Party hjá Elizabeth II, drottning.