Tað ljóðaði undan síðsta kappingarári, at hann var á veg av landinum, men tá helt hann fram við KÍ, sum hann fyri aðru ferð var við til at vinna FM heitið við.
Tað hevur aftur ljóðað síðani kappingarlok, at hann fór at flyta av landinum, og nú er tað veruleiki.
Í morgun boðar Næstved Boldklub frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við 24 ára gamla føroyska landsliðsspælaran Jóannes Kalsø Danielsen. Eftir 17 umfør er Næstved greitt topplið í 2. deild. Næstved er topplið við 39 stigum, Hillerød er næstfremst við 35 stigum, og B93 og Thisted eru á næstu plássunum við 30 stigum.
Jóannes Kalsø Danielsen:
-Eg flyti til Næstved, tí tað er felag, ið er á veg rætta vegin, og eg eri fegin um at verða partur av tí ferðini. Framtíðarmálið hjá Næstved samsvara væl við míni mál, og nú gleði eg meg til at umboða felagið, sigur nú fyrrverandi KÍ spælarin við facebooksíðuna hjá felagnum.
Peter Dinesen er ítróttarstjóri í felagnum:
-At Jóannes nú verður partur av okkara liði fer at bera við sær, at kappingin um plássini verður størri.
Næstved Boldklub kappast í triðibestu donsku deildini. Venjari er Peter Bonde, sum í fleiri ár var hjálparvenjari, tá ið Morten Olsen vandi danska landsliðið.
Næsti dystur hjá Næstved verður 12. mars ella á grækarismessu, tá ið mótstøðuliðið á útivølli verður FA 2000, ið er næstaftast við 12 stigum.