? Tað er beinleiðis lygn, sum Óli Breckmann og Dagblaðið føra fram mánadagin. Tað er hvørki í Vík ella í Rúnavík komið fram á nøkrum javnaðarfundi, at flokkurin ætlar leggja fram broytingar í arvagjøldum, at skatta gávur frá foreldrum til børn og enn minni at innføra ognarskatt.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sum ikki er sørt argur um, at ein flokkur soleiðis kemur sær at føra seg fram við ósannindum.
? Javnaðarflokkurin hevur so ofta liðið undir teirri lagnu, at hann av øðrum hevur verið skírdur bæði líkt og ólíkt - eina tíð var tað tað, at serliga Sambandsflokkurin legði Javnaðarflokkin undir at vera Gudloysingar, tí teir tá samráddust við russar og aðrar at finna føroyingum betur sømdir.
? Nú síggja vit, at Óli Breckmann leggur meg undir at hava gjørt eina loyniliga avtalu við Nyrup bankasamráðingarnar - tað sama gjørdi Eilif Samuelsen fríggjakvøldið. Alt hetta prógvar, at aðriri flokkar royna at leggja okkum fótonglar í vegin. Men tað er sjálvandi hugaligt at síggja, at hinir flokkarnir eru bangnir fyri okkum - tað er eisini tí at teir royna seg við lygnum og ósannindum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur eisini afturat, at Javnaðarflokkurin ongar ætlanir hevur um at innføra ognarskatt í Føroyum.
? Tvørturímóti. Javnaðarflokkurin heldur, at tað er ein góður formur fyri uppsparing, at vit eiga okkara ognir. Hinvegin kundu vit kanska freistast til at halda, at Óli Breckmann rennur ørindi fyri teir Konservativu á fólkatingi, tí tað hevur leingi verið eitt danskt ynski, at vit innføra ognarskatt í Føroyum, sigur hann.
Viðvíkjandi arvagjøldunum sigur Jóannes Eidesgaard stutt, at hetta málið var við í samgonguskjalinum í 90-94.
? Málið fall tá, og vit hava ongar ætlanir um at royna tað aftur - og tann fyrsti at royna hetta málið, var Fólkaflokkurin, sum sat við fíggjarmálum.
Jóannes Eidesgaard heldur tað eisini verða løgið, at Fólkaflokkurin skal taka sær æruna av at vera tann, sum verjir fólksins ognir.
? Eingin hevur dugað betur enn teir at stolið fólksins ognir. Vit hava lógina um vinnuligan fiskiskap, har tað stendur í grein 1, at fiskiríkidømið við Føroyar er fólksins ogn. Hesa fólksin ogn hevur Fólkaflokkurin saman við Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum stolið frá Føroya fólki og latið nøkrum fáum at umsita - eru teir nevndir eru teir kendir. M. a. reiðarar - sum eru framstandiandi fólkafloksmenn, og sum ikki hava skip. Nú kunnu teir í 10 ár framyvir selja og skalta og valta við fólksins ogn og renna vinnningin niður í egna fóðurið. Hetta er tann politikkur, sum Fólkaflokkurin serverar - og hetta er ikki tann politikkur, sum Javnaðarflokkurin ætlar sær inn á, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Tað harmar meg, at valstríðið skal byrja við, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin føra seg fram við ósannindum. Hinvegin, so merkir hetta bert, at teir ikki tora í eitt veruligt politiskt orðaskifti við Javnaðarflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, sum Óli Breckmann førir fram í dagblaðnum, og sum varaløgmaðurin Eilif Samuelsen førdi fram í útvarpinum fríggjakvøldið.