Jóannes Eidesgaard: Fáa vit einki, vera vit í yvirskriftunum í morgin

Umbod fyri størsta partin av donsku pressuni stódu og bídadu uttan fyri húsini hjá danska Javnadarflokkinum klokkan 19:00 í kvøld, tá umbodini fyri danska og føroyska javnadarflokkin skuldu hittast.

Sjálvur Poul Nyrup Rasmussen skuldi vera á odda í donsku nevndini, sum skuldi hitta Jóannes Eidesgaard og Maritu Petersen.


Tey fyrstu, id komu, vóru partur av donsku nevndini, Ole Stavad, næstformadur í danska Javnadarflokkinum og Pia Gjellerup, sum er formadur í tingbólki Javnadarfloksins. Poul Nyrup Rasmussen kundi ikki koma fyri klokkan 20:00 søgdu tey.


Løtu seinni komu Marita Petersen og Jóannes Eidesgaard.


- Tad hevdi verid munandi lættari hjá mær at farid undir ítøkjuligar samrádingar, um eg var ein forlongdur armur hjá landsstýrinum, segdi Jóannes Eidesgaard,


- Eg ætli mær sjálvandi at vera loyalur yvir fyri teirri semju, sum allir flokkar á tingi hava gjørt. Føroyska uppleggid er ikki lidugt enn. Men tá samrádingarnar hava verid, tá kunnu vit gera upp, um vit hava fingid nóg nógv burtur úr, segdi Jóannes Eidesgaard beint ádrenn fundin