Jóanis fyriskipar Ístølt í Frederikshavn

Leygardagin 28. Januar 2017 er ISTØLT Frederikshavn aftur á skrá. Ein av høvuðsfyriskiparunum til næstan útseldu kappingina, er Jóanis í Hoygarðinum.

 

Tað skrivar Føroya Ríðingafelag í kvøld.

 

Ístølt kappingar eru høgt í metum hjá fólki við alski til íslandsross. Hesar kappingar eru bæði show, sølustevna, tónleikur og undirhald á høgum støði.

 

Ein av høvuðsfyriskiparanum av ISTØLT Frederikshavn er Jóanis í Hoygarðinum, hann sigur við heimasíðuna hjá Føroya Ríðingafelag,  at í ár hevur atgongumerkasølan gingið framúr væl, væntast kann at útselt verður fyri jól.

 

Ístølt er sum tað liggur í navninum ein gongulagskapping á ísi. Rossini eru skødd við broddum ella píkum, so tey klára at halda javnvágina á ísinum. Kappingin í Frederikshavn er sera stór í donskum høpi, m. a. sendir TV2 Nord frá kappingini, danskir fjølmiðlar eru vanliga eisini sera væl umboðaðir til hesa kapping.

 

Kappingin, sum er leygardagin 28. januar, kemur eisini at hava føroyska luttøku, m.a. fer Jens Marni Hansen at undirhalda og Heri Dahl, sum er altjóða dómari, fer at døma.

 

Jóanis í Hoygarðinum er sera spentur upp á kappingina. Hann heldur, at hetta átti at vera eitt sera gott høvi hjá rossaáhugaðum føryingum at sæð gomgulagskapping á altjóða støðið.

 

Fredirikshavn er í Norðurjyllandi, tætt við bæði Hirtshals og Ålborg, so her er gott samband úr Føroyum, bæði sjó og luftvegis.

 

Meira kann lesast um kappingingina á leinkju: ISTØLT FREDERIKSHAVN