Jóan Símun Edmundsson er kent navn í føroyska fótbóltsheiminum. Hann er uppvaksin á Toftum og hevur sínar røtur í B68. Hóast landsliðsframherjin bara er 22 ára gamal, so hevur hann roynt nógv í síni yrkisleið sum fótbóltsspælari.
Hann royndi seg sum ungur í Esbjerg FB og hevur eisini spælt við útlends feløg sum Newcastle(Ongland), Viking Stavanger(Noreg) og FC Fredericia (Danmark), umframt AB av Argjum, sum hann spælir fyri í dag.
Eg og mítt HM við Jóan Símun:
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- HM kemur nokk at ávirka mítt summar á tann hátt, at tað verða nokk brúktir fleiri tímar frammanfyri sjónvarpinum enn eg annars hevði. Eg ætli mær at fylgja væl við.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Eg vil ikki siga at eg komi at halda við nøkrum landi til endaspælið. Men eg komi at fylgja einum landi sum Spania tætt, mest av øllum tí at teirra spælistílur tiltalar meg sum fótbóltsfjeppara.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Bara tað at uppliva fótbólt á altjóða stigi, næstan hvønn dag í líka yvir ein mánað. Tað ger HM til nakað serstakt.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Tað má verða finalan í 1998, tá ið Frakland basti Brasil 3-0 á heimavølli við einum Zinedine Zidane í hopla.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- HM 2006 í bleiv hildið í Týsklandi. Italia gjørdist vinnari eftir eina dramatiska finalu, aftur við Zidane í høvuðsleiklutinum.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Vænti Týskland fer allan vegin.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Lionel Messi
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør
Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal
Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal