Jóan Símun spælir steypafinaluna

(Liðtíðindi) HB er uttan fýra mans vegna skaðar og leikbann, men Jóan Símun spælir

Jóan Símun Edmundsson bleiv ikki úttikin til landsliðið sunnudagin orsaka av einum trupulleika í rygginum. Hóast hann ikki er tøkur til landsliðið, so staðfestur Heðin Askham, venjari hjá HB, at Jóan Símun Edmundsson verður klárur til steypafinaluna móti Víkingi leygarkvøldið.

 

Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen eru allir langtíðarskaddir og verður ikki tøkir. Símun Samuelsen hevur trupulleikar í hælsinuni, Christian R. Mouritsen hevur pínu undir fótinum, meðan Gunnar Haraldsen í alt ár hevur drigist við skaða í lærkrikanum.

 

Fjórði maður, sum ikki er tøkur til finaluna er René Shaki Joensen. Hann hevur fingið trý gul kort í steypakappingini og má tí sita uttanfyri. Merkisvert fyri leikbannið hjá René er, at hann fekk sítt triðja gula kort tveir minuttir fyri tíð í seinnu hálvfinaluni. Tá var HB á odda 2-0 samanlagt.

 

Poul Ingason eykamálverji

 

Størsta trupulleikan hevur HB viðvíkjandi eykamálverja. Tað hevur vakt ans, at løgmaður, nú 50 ára gamli Kaj Leo H. Johannesen, hevur melda seg í kappingina um at verða eykamálverji, eftir at hann spældi ein frálíkan dyst fyri 1. deildarfelagið hjá HB. Teir vunnu 1-0 á FC Suðuroy og Kaj Leo hevði fleiri góðar bjargingar.

 

Les eisini: Poul Ingason eykamálverji hjá HB í steypafinaluni

 

Heðin Askham hevur tó avvíst, at tað verður Kaj Leo, sum situr á bonkinum hjá HB. Hann sigur seg síggja ein málverja í framherjanum, Poul Ingason. Í fall, at Teitur M. Gestsson verður skaddur ella verður útvístur, so verður tað also ungi framherjin, ið tekur handskarnar uppá.

 

Les eisini: Tí verður Kaj Leo ikki eykamálverji

 

Steypafinalan millum HB og Víkingi verður leygardagin klokkan 19.45 á Tórsvølli. Rás2 sigur beinleiðis frá finaluni og hevur drúgva upptakt.