Jóan Símun skoraði í javnleiki hjá FC Shkupi

Shkupi leikti javnt móti botnliði, men Jóan Símun Edmundsson stóð fyri hæddarpunktinum í dag

Tilgjørd mynd: FC Shkupi

Jóan Símun Edmundsson var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Shkupi spældi dyst á heimavølli í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.

 

Mótstøðuliðið var Besa, ið liggur triðaftast í deildini. Tí var tað eitt vónbrot, at Shkupi á heimavølli bert megnaði javnleik 1-1 móti Besa.

 

Hæddarpunktinum hjá Shkupi stóð Jóan Símun fyri, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði heimaliðið á odda 1-0. Talan er um annað málið hjá Jóan Símuni í deildini hetta kappingarárið.

 

Tá Jóan Símun fór av vøllinum í 74. minutti var Shkupi framvegis á odda 1-0. Átta minuttir seinni javnaði Besa til 1-1.

 

Shkupi er nummar seks í deildini við níggju stigum fyri sjey dystir. Fremst er Gostivar við 15 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Shkupi dyst á útivølli móti Rabotnicki. 

 

 

 

 

 

Tilgjørd mynd: FC Shkupi