Í dag fekk Jóan Símun Edmundsson møguleikan frá dystarbyrjan í heimadysti hjá Shkupi móti Strumica í bestu norðurmakedonsku deildini.
Tað eydnaðist Shkupi at vinna dystin 3-1. Jóan Símun fekk heimaliðið á sigurskós longu í sætta minutti. Í 20. minutti økti japanski, Yumemi Kanda til 2-0. Stutt undan steðginum minkaði útiliðið um munin. Í 73. minutti staðfesti Numan Ajetovikj sigurin hjá Shkupi.
Talan er um triðja málið hjá Jóan Símuni í deildini hetta kappingarárið.
Shkupi er nummar seks í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir. Shkupi hevur sjey stig upp til oddaliðið, Rabotnicki sum hevur 19 stig.
Nú fer Jóan Símun saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um heimadystirnar í Nations League móti Armenia og Norðurmakedonia.