Tað kom sum eitt yvirraskilsi fyri tey flestu, tá AB undan kappingarbyrjan heintaði landsliðsáleyparin Jóan Símun Edmundsson inn í hópin. Tað gekk eisini sum eftir ánni í fyrsta dystinum hjá Jóan Símun, tá hann var við til at vinna AB 3 stig í Gøtu. Umframt tað, so skoraði Jóan Símun eisini annað málið fyri AB.
Jóan Símun leikti eisini við AB, tá teir spældu móti B36 á Argjum og tá teir spældu í Runavík móti NSÍ. Men síðani tá hevur Jóan Símun havt ein skaða at dragast við.
Jóan Símun hevur havt trupulleikar við lyskuni og sum skilst, kann tað halda honum úti í eina tíð afturat.
- Tað var byrja at ganga tann rætta vegin, men eg fekk eitt afturstig fyri eini viku síðani. Tí meta fysioterapeutar og læknar at eg má binda frið í 3-4 vikur afturat, men eg føli at tað gongur tann rætta vegin, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Tað kann tí roknast við at Jóan Símun Edmundsson missir 4 teir næstu dystirnar hjá AB. Ein av teimum er steypadysturin móti HB, ið er sunnudagin. Hinir eru dystir í Effo-deildini ímóti HB, EB/Streymi og ÍF.