Einar hundrað metrar frá Svangaskarði býr Jóan Símun Edmundsson. Hann er tann toftamaðurin, ið hevur roynt seg á hægsta støði uttanfyri landoddarnar. Eftir at hava verið í Newcastle og aðra staðni í Onglandi, í Noregi og í Danmark, er hann aftur í Føroyum og á Toftum. Í hvussu so er fram til summarsteðgin hevur hann gjørt av at umboða AB, sum í dag skal spæla á Svangaskarði.
Jóan Símun hevur verið skaddur seinastu ferðirnar, og sambært upplýsingum av Argjum, so verður hann ikki tøkur seinnapartin, tá ið B68 og AB bresta saman.
At talan er um lyklauppgerð, sigur støðutalvan. AB er triði aftast við fýra stigum, og B68 er aftast við einum stigi.
Á Svangaskarði harmast tey um, at miðverjin Mads Rosenberg ikki er tøkur, tí hann hósdagin sá reytt ímóti B36. Tá varð Ovi Brim, ið annars henda dagin var í álopinum, fluttur aftur í miðverjuna, og har verður hann ivaleyst eisini í dag. Jonleif Højgaard er framvegis skaddur.
Í vikuni varð Oddbjørn Joensen settur sum nýggjur AB venjari, og Morten Overgaard er nýggjur hjálparvenjari. Í dag skulu teir í lyklauppgerð á Svangaskarði ímóti Jógvani Martin Olsen og B68.
Eftir 4-1 lúsingin í Klaksvík hósdagin er hetta niðurstøðan hjá Oddbirni Joensen – sambært AB heimasíðuni:
-Vit vóru eitt sindur ráðaleysir, og ein av trupulleikunum er kommunikatiónin. Vit rópa ov lítið, og tað manglaði stýring, sigur Oddbjørn Joensen.