Jóan Símun fær sítt gjøgnumbrot

Sambært liðskiparanum hjá Vejle, Niels Bisp, eru góð útlit fyri at føroyski landsliðsáleyparin fær eitt gott hálvár

Næstbesta danska deildin fer um vikuskiftið av bakkastokki, har heili fýra føroyskir landsliðsleikarar skulu í dyst. Hallur Hansson skal við Vendsyssel spæla móti Skive, meðan teir tríggir føroysku landsliðsleikararnir í Vejle, skulu spæla á útivølli móti Brønshøj.

 

Og sambært liðskiparanum hjá Vejle, Niels Bisp, eru stór útlit fyri at Jóan Símun Edmundsson av álvara fer at fáa eitt gjøgnumbrot á liðnum hjá Vejle hetta komandi hálvárið.

 

Í samrøðu við bold.dk dregur liðskiparin hjá Vejle, føroyska áleyparan fram, eftir at hann hevur gjørt tað væl allan uppstartin.

 

-       Halt eyga við okkara nýggja áleypara, Jóan Símun Edmundsson. Hann hevur víst óvanliga høgt støðið í uppstartinum. Hann dugir bæði at dribbla og at spæla upp til leikarar, umframt at avslutta sjálvur. Hann kann væl blíva ein fongur, og sær í løtuni ótrúliga skarpur út.

 

Hinir báðir føroysku landsliðsleikararnir í Vejle eru Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad. Viljormur Davidsen hevur verið fastur maður á liðnum í skjótt tvey ár, meðan Sonni Ragnar, eins og Jóan Símun, er nýggjur í Vejle.