Fríggjakvøldið í næstu viku verður farið undir aftur landskappingina í bestu donsku fótbóltsdeildini. Tá eigur OB heimavøll ímóti AGF, og tá fer at bera til at fylgja við á TV3 Sport1.
Sæð frá føroyskum sjónarmiði er spenningur um, hvussu tað verður hjá Jóan Símuni Edmundsson, sum fyrr í vetur flutti úr Vejle í næstbestu deildini og til Odense og OB í superliguni.
Í gjár spældi OB síðsta venjingardystin undan kappingarbyrjan. Hann var á heimavølli í Odense ímóti FC Fredericia, sum er í næstbestu deildini. Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og so spældi hann dystin á tamb.
Úrslitið var 1-1, og venjarin, Kent Nielsen, helt, at talan hevði verið um bæði gott og minni gott avrik. Orsøkin til, at Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn, var tann, at álopsspælarin Anders K. Jacobsen noyddist skaddur av vøllinum. Onkrir framrættaðir spælarar, sum tað verður roknað við, vóru ikki á liðnum, tí teir eru smáskaddir.
Í kvøld skulu teir næstbestu hjá OB spæla venjingardyst ímóti Middelfart. Jóan Símun Edmundsson verður ikki við. Harvið er tað mangt, sum bendir á, at hann hevur vunnið sær pláss millum teir bestu. Einki er at ivast í, at hann verður í hópinum ímóti AGF. Um hann sleppur ígjøgnum nálareygað og longu um eina stóra viku verður millum teir fyrstu ellivu er ein annar spurningur.