Jóan Símun: Eg eri ekstremt glaður fyri at kunna spæla aftur

FM1: Skaðar og óvissa hava sett seg og gleðin at verða á landsliðnum hevur ongantíð verið størri hjá Jóan Símuni

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Tá landsliðsvenjarin úttók hópin lat hann eitt pláss verða eftir. 24. maðurin í hópinum bleiv Jóan Símun Edmundsson, ið hevur verið skaddur seinastu tíðina.

 

- Støðan er tann, at eg eri so birgur at eg kann venja fult við og vóni, at eg kann koma í góðan form. Eg havi verið úti í eina tíð, men havi altíð vónað at eg fór at sleppa við landsliðnum, tí eg havi nakað av royndum og tað verða fýra spennandi dystir. Eg eri “fit for fight” og vóni, at eg kann geva liðnum nakað, sigur Jóan Símun Edmundsson við FM1.

 

- Tað er ein samansettur skaði, sum vit hava brúkt langa tíð upp á at finna útav hvat er. Tað er ein ryggskað, sum hevur verið høvðustrupulleikin, leggur Jóan Símun afturat.

 

Tíðin við skaðanum hevur sett nakar keðiligar tankar í gongd, og óvissan við at finna útav hvat er galið hevur gjørt, at føroyski landsliðsspælarin hevur ivast í, um hann nakrantíð fór at spæla aftur. Tí er gleðin størri enn nakrantíð, at vera á landsliðnum.

 

- Tá tú hevur verið skaddur so leing eru tað nakir tankar, ið ganga gjøgnum høvdið, og tá tú ikki finnur útav hvat trupulleikin er, so vil eg siga, at eg eri ekstremt glaður, fyri at kunna vera við nú. Tá tú ert úti so leingi, so eru tað onkrir tankar um tú nakrantíð kemur at spæla aftur. Tá tað er upp á hendan mátan, so setur tú enn størri prís upp á hvørja venjing og hvøn dyst tú fær. Tað hevur ongantíð verið so galdandi fyri meg sum hesaferð, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Landsliðið hevur verið í Turkalandi í nakrar dagar og vant seg við hitan. Tað hevur gjørt mun, heldur toftamaðurin fyri.

 

- Tíbetur hava vit ein serkønan mann sum Magna Mohr í hópinum, tí ráðini í fótbólti broytast. Nú hava vit verið eggjaðir til at vera í sólini, meðan tað fyrr ráddi um at sita í skugganum. Eg haldi vit eru væl fyrireikaðir til uppgávuna fyri framman, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið eisini heldur fyri, at sólin í Turkalandi er nakað heitari enn í Belgia.

 

- Turkaland er eitt gott fótbóltsland og teir hava eitt sterkt lið. Tað sigur bara, at tað er ein kempi avbjóðing. Tað verður kanska eisini ein stemningur, sum vit ikki hava roynt so oftani fyrr. Hetta er ein uppgáva, sum eg gleði meg ekstremt nógv til, sigur toftamaðurin, ið fyrst og fremst vil hava eitt gott liðavrik.

 

- Vit skulu geva alt, sum vit hava – og so eitt ella tvey prosent afturat. Tað snýr seg um eitt gott avrk, so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur. Sum fótbóltsspælari er tú aldrin nøgdur fyrr enn tú fær minst eitt stig, ella helst trý, sigur Jóan Símun Edmundsson at enda.

 

Landsliðið spælir fyrsta dystin í hesi Nations League kappingini leygarkvøldið klokkan 19.45. Dysturin er móti Turkalandi á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum, ið tekur um 17 túsund áskoðarar.