Føroyingafelagið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vejle var í kvøld á vitjan hjá AB á leikvøllinum í Gladsaxe. Talan gjørdist um fulla spælitíð til Jóan Símun Edmundsson og Viljorm Davidsen.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Linus Olsson legði AB á odda 1-0, aftaná eina misskiljing í Vejle-verjuni. Hetta varð í 57. minutti.
Jóan Símun Edmundsson bjargaði kortini Vejle tað eina stigið við einum góðum stútara í 75. minutti. Christian Sivebæk stóð fyri upplegginum.
Vejle er nú nummar átta í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 30 stigum aftaná 25 dystir. Vejle er 9 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Tíverri var eingin spælitíð til Sonna Ragnar Nattestad í kvøld.