Jóan Símun Edmundsson spældi seinasta korterið fyri Viking móti Lillestrøm í norsku Tippiliguni í dag. Úrsliti gjørdist ein 2-2 javnleikur.
Viking var aftanfyri 2-0, men megnaði at koma upp á 2-2, áðrenn Jóan Símun kom á vøllin. Viking liggur í løtuni nummar trý. Sjey stig aftanfyri oddaliðið Rosenborg.
Toftamaðurin spældi eisini allan dystin fyri eykaliðið fyrr í vikuni. Hann skoraði einsamalla málið hjá Viking í 1-1 javnleikinum móti Fyllingsdalen.
Sambært heimasíðuni hjá Viking, so var talan um vakurt langskot.










