»Det akademiske kollegium« við Universiteti í Bergen hevur sett Jóan Paula Joensen í starv sum professara í etnologi við In-stitutt for Kulturstudier og kunsthistorie, Universitetet í Bergen. Hetta institutt hevur undirdeildir í listasøgu, etnologi (fólkalívsfrøði), folkloristik (fólkaminnisfrøði) og teaturvísindi. Umleið 50 fólk eru í vísindastarvi á instituttinum, umframt 600 studentar.
Jóan Pauli Joensen er útbúgvin í etnografi, etnologi og søgu við Aarhus Universitet og Lunds Universitet. Hann hevur fyrst og fremst granskað í føroyskari siðsøgu og føroyskari fólkamentan. Hesum kemur hann fyri stóran part at halda áfram við í nýggja starvinum.
Jóan Pauli Joensen vardi doktararitgerð sína í etnologi Færøske sluppfiskere við Lunds Universitet í 1975, sum gav honum heitið fil. dr. Í 1980 var hann tilnevndur dosentur í etnologi við sama universitet. Í 1987 fekk hann dr. phil.-heiti, eftir at hava vart doktararitgerð sína í siðsøgu Fra Bonde til Fisker við Aarhus Universitet í 1987.
Jóan Pauli Joensen hevur verið savnvørður á Føroya Fornminnissavni í 15 ár. Har skipaði hann fyri m.a. tí stóru innsavningini Føroyar í slupptíðini. Í 1989 varð hann tilnevndur professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur verið valdur rektari setursins síðani 1990. Hann situr eisini í fleiri nevndum, m.a. Nordisk Forskningspolitisk Råd og er í løtuni formaður í Granskingarráð Føroya.
Jóan Pauli Joensen tekur við nýggja professarastarvinum við Universitetið í Bergen til várs, men hann kemur framhaldandi eisini at verða knýttur at setrinum.