Jóan Magnus Johannesen fekk hægsta próvtalið

Jóan Magnus Johannesen fekk hægsta próvtalið á Sjónámi til skiparapróvtøkuna 2022 og fekk fyri tað ein Mont Blanc fyllipenn í virðisløn frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Harafturat var hann valdur til »besta kammerat« av floksfeløgnunum og fyri tað fekk hann eitt flott ur, sum Vela Watch hevur latið.

– Hjartaliga til lukku við heiðurliga avrikinum Jóan Magnus og bestu eydnu til tín á yrkisleiðini - ynskja vit øll á Sjónámi, skrivar Sjónám á Facebook.