Í morgun byrjaði Jóan Jacob Skoradal í starvi sum partur í tekniska toyminum hjá Nes kommunu.
Umframt fyrifallandi arbeiði kemur hann eisini at koyra minigravaran og arbeiða á Endurnýtsluvirkinum.
- Hann kemur eisini at taka sær av kommunalu flaggingini ávísar dagar og til ávís høvi.
Tað vita tey í Nes kommunu at siga í dag.
Á bygdaráðsfundi hin 31. oktober samtykti bygdaráðið - eftir tilmæli frá teknisku nevnd - at seta Jóan Jacob Skoradal í starvið.
Í morgun bjóðaðu umboð fyri Nes kommunu Jóan Jacobi Skoradal vælkomnum, og her varð ynskt honum bestu eydnu í starvinum.