Triathlon
Stóra málið, sum fyri tveimum árum síðani æt Oyggjaleikir, hvarv sum døgg fyri sólini, tá Joann Bláfoss stutt undan leikunum var fyri óhappi á súkklu síni. Eitt óhapp, sum í fyrstu atløgu kostaði eitt brotið kjálkabein og nakrar ógvusligar forbrenningar. Og tá hetta var um at koma í rættlag, kundu læknarnir staðfesta, at brot eisini hevði verið á handliðinum, og so varð neyðugt við enn longri steðgi.
Ítróttin koyrdi undir meg
Ein slíkur steðgur kundi helst tikið mótið frá teimum flestu, men triathlon íðkarar eru kanska nakað fyri seg. Joan hevði í øllum førum ikki nakran hug at gevast, og sjálvur sigur hon, at ítróttin kanska var tað, sum koyrdi enn meira undir hana í so máta.
- Eg vónaði sjálvandi, at eg aftur skuldi sleppa í holt við ítróttina. Og júst hetta var kanska eisini tað eyka sparkið, sum koyrdi enn meira undir meg.
- Fyri einum ári síðani byrjaði eg so at venja regluliga. Eg teknaði meg sum lim hjá Københavns Triathlon Klub, og siðani havi eg bara drivið á, sigur hon.
Hon viðgongur tó, at tað tók drúgva tíð, áðrenn hon aftur setti seg á hjólhestin, sum jú eisini er partur av triathlon-kappingini.
- Eg ætlaði mær alt fyri eitt í gongd aftur. Og longu í fjør vár keypti eg mær nýggja súkklu. Men hon slapp so at standa í frið í nærum eitt ár. Nústaðni í vár byrjaði eg spakuliga aftur at súkkla, og hóast tað nú eru fimm mánaðir síðani, so eri eg framvegis meira varin. Tað er sjálvandi nakað, sum eg skal arbeiða við, men hinvegin, so kenni eg tað eisini onkursvegna, sum eg seti størri prís á tingini nú, og kanska ansi betri eftir mær sjálvum, heldur hon.
Gull og bronsa
Og skal tosast um kappingar, so er lítið at ivast í, at liðfelagarnir í felagnum eisini seta prís upp á Joan.
Í summar vann hon gullmerki á OL-teininum í sínum aldursbólki - 25 til 29 ár - tá DM-kappingin fyri einstaklingar varð hildin. Joan hevði ein sera góðan dag, og tíðin hjá henni lá heilt nær teimum tíðum, sum veruliga elitan í Danmark megnar. Ein elita, sum í fleiri førum hevur gjørt um seg á altjóða tindunum. Og seinasta vikuskifti vann liðið hjá KTK bronsu, tá DM í sprint-triathlon var á skránni. Og tað restaði ikki nógv í, áðrenn talan varð um enn fínari heiðursmerki. Bara 49 sekund vóru upp til vinnandi liðið.
Flott úrslit, sum Joan eisini er errin av, men hon viðgongur, at møðin nú er um at gera um seg.
- Tað krevur jú nógva venjing. Sjálv royni eg halda einar 10-12 tímar við effektivari venjing hvørja viku, og so eru tað eisini kappingarnar. Her á Sælandi er í øllum førum ein kapping um mánaðin. Onkra tíð tvær og so eru sjálvandi eisini aðrar kappingar, sum tað ber til at fara til. Sjálv havi eg kanska eisini verið dekan ov altráð eftir kappingum hetta fyrsta árið, og tí er møðin av álvara farin at kennast nú. Kroppurin skal jú eisini hava hvíld, eftir tvey ár uttan veruligar kappingar, er hetta av álvara farið at merkjast. Tí havi eg gjørt av, at eg longu nú fari í »vetrarfrí«, men talan verður ikki um nakran drúgvan steðg, sigur hon.
Fyrireikingarnar til nýtt kappingarár skulu jú eisini í gongd sum skjótast. Eitt ár, har Joan - um hon heldur fast í framgongdini - veruliga kann lyfta seg upp millum tey allar fremstu í ríkinum.
---
Fakta
Triathlon er kapping, har luttakaranrir svimja, súkkla og renna ein ávísan tein. Mest kendi av hesum er sonevnda Ironman-kappingin. Har verður svomið 3.800 m, súkklaðir verða 180 km og at enda verður runnið heilt marathon. T.e. 42.195 metrar
OL-teinurin er samansettur við 1.500 metra svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning
Sprint-triathlon er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning.











