Fyri 11 døgum síðani fór Víkingur av Svangaskarði við 6-0 sigri. Í dag hittust B68 og Víkingur aftur, og aftur hesaferð var tað á Svangaskarði.
Í dag var úrslitið 2-2, eftir at B68 var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1. Og tá ið tað fýra minuttir undan leikloki eydnaðist Víkingi at javna til 2-2, vóru heimamenninir misnøgdir, tí teir hildu, at Gunnar Vatnhamar óregluliga helt einum av heimamonnunum niðri, tá ið hann spældi Martin Klein Joensen leysan.
Martin Klein Joensen átti í dag stóran leiklut hjá Víkingi. Hann varð beinanvegin eftir steðgin og saman við Olaf Bárðarson skiftur inn á liðið hjá Víkingi.
Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði hann við fremra stólpa til 1-1 eftir flatt innlegg úr vinstru, sum Bergur Gregersen tók sær av, og hann javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu fýra minuttir eftir sending frá Gunnari Vatnhamar.
Kanska gekk tað ikki so skjótt fyri seg hjá Víkingi, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar. B68 hevði gott tak á fótbóltsspælinum. Verjan var væl skipað, og heimamenninir megnaðu fleiri ferðir at vinna tyngd í álopspartin.
Hjalti Strømsten, sum fram til 2019 spældi við Víkingi, drønstútaði í síðsta minutti undan steðginum og við handara stólpa til 1-0 eftir fínt forspæl og innlegg úr høgru frá væl upplagda Steffani A. Løkin.
Og talan var um sera flott mál, tá ið Andri Benjaminsen 19 minuttir undan leikloki og úr 38 metrum plaffaði bóltin upp í málhornið.
Víkingur helt fram at spenna álopsbogan, eftir at tað var eydnast at javna, og tað vóru spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, men Joakim Jurs var kaldur og spældi við stórum yvirblikki.
Steffan A. Løkin var um reppið at skora sigursmálið fyri B68, eftir at hann hevði sneitt seg leysan og sendi bóltin í stólpan, og tá ið tíðin var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, sá Jákup Johansen hjá Víkingi reytt fyri at brúka neyðbremsuna.
B68 - Víkingur 2-2 (1-0)
1-0: Hjalti Strømsten
1-1: Martin Klein Joensen
2-1: Andri Benjaminsen
2-2: Martin Klein Joensen
Dómari: Dagfinn Olsen