Joachim prisur er tikin upp á høgt metta franska hernaðarútbúgving. Familjan flytur til París.
Joachim prinsur og familja hansara flyta í summar til París, har prinsurin skal taka eina hernaðarútbúgving. Tað upplýsir kongshúsið í dag.
Prinsurin er komin inn á høgt mettu leiðaraútbúgvingina hjá franska herinum.
Útbúgvingin fer fram á École Militaire í París og varar frá september í ár til summarið næsta ár.
Undirvísing er seks dagar um vikuna, og tí flytir familjan – Maria prinsessa og børnini Heindrikur prinsur og Athena prinsessa – við til franska høvuðsstaðin.
Tað er ikki upplýst, hvar prinsurin og familjan skulu búgva í París, har Maria prinsessa er fødd og uppvaksin.
Talan er um tvíbýtta útbúgving, sum fevnir um ein hernaðarligan part og ein leiðslupart.
Harvið fær prinsurin millum annað meira at vita um hernaðarstrategiska leiðslu, altjóða viðurskifti, politikk og kreppustýring.
Hann er fyrsti dani, sum er upptikin á útbúgvingina.
Tað er franski verjumálaráðharrin, sum hevur boðið prinsinum á hesa útbúgvingina í sambandi við, at franski forsetin, Emmanuel Macron vitjaði í Damark í fjør.
Joachim prinsur hevur frammaundan tætt samband við Frankaríki. Papin, Heindrikur prinsur, sum doyði í fjør, var fransmaður, og familjan hevur hevur ofta verið og vitjað í Frankaríki.
Prinsurin dugir væl franska málið. Sum 14 ára gamal vóru hann og bróðirin Fríðrikur krúnprinsur, á kostskúlanum École des Roches í Normandínum. Tað var í 1982-83.
Joachim prinsur arbeiðir í dag í donsku verjuni. Hann er serligur serkønur hjá verjuovastanum.
Hernaðarliga útbúgving hansara byrjaði í 1987, tá hann var í Dronningens Livregiment. Eftir fáum árum var hann fluttur fram til sersjant og seinni loytnand í tiltaksherinum.
Prinsurin hevur gjørt tænastu sum herdeildarovasti í stríðsvognareiðliðnum í Prinsens Livregiment, sum hann seinni gjørdist leiðari fyri.
Hann hevur víðariútbúgvið seg í hernaðarligu skipanini, og í 2005 var hann tilknýttur Danske Division sum major í tiltaksherinum.
Seinasta framflytinginvar í 2015, tá Joachim prinsur varð útnevndur til obert av tiltaksherinum.
/ritzau/