Tað er keypmannahavnarbispur, Erik Norman Svendsen, sum vígir tey bæði klokkan fýra seinnapartin í morgin.
Aftan á vígsluna eru gestirnir bodnir í brúdleyp á slottinum Schackenborg, har tey nýgiftu hjúnini skulu búgva. Hetta slottið var ogn hjá Schack-ættini, til kongshúsið yvirtók tað í 1978. Joachim prinsur hevur havt tað um hendi og hevur búð har síðani 1993.
Í sambandi við vígsluna í morgin verður skipað fyri ymsum tiltøkum í Møgeltønder og aðrastaðni. Millum annað hava kvinnur í býnum tikið seg saman at skipa fyri einum stórum kaffiborði, har pláss er fyri umleið 300 gestum, og í annaðkvøld skulu 250 fólk ganga kyndlagongu til Schackenborg.
Hetta er aðru ferð, at Joachim prinsur giftist. Fyrru ferð var við Alexandru, sum nú er greivinna. Tey vórðu sundurlisin á heysti í 2004 og skild á vári í 2005. Joachim og Alexandra fingu synirnar Nikolaj og Felix.