Jo, det flag kender jeg


 

Súsanna Holm, Kvívík


Tað eru fleiri enn Sjúrður Skaale, ið sóu sendingina Indefra týskvøldið 6. nov. frá DR2. Tveir sera populistiskir journalistar passaðu fólkatingslimum upp inni á Christiansborg og vístu teimum trý fløgg ? tað norska, íslendska og tað føroyska. Spurningurin var sjálvandi um hvørji lond høvdu hesi fløgg. Ongin ivaðist í tí norska ? ivin stóð um tað føroyska og tað íslendska.

Høvuðsinnihaldið í sendingini var at Norðurlandaráðsfundurin, ið varð hildin beint tá á Christiansborg og hví so lítið hoyrdist til hetta í teimum donsku fjølmiðlunum. Og so til kardinalpunktið ? hví skuldi Danmark gjalda 750 mill. minnist meg rætt, til hetta tvætlið, sum teir atlíkavæl als onki fingu burturúr og onki kendu til, eftir tí at meta sum báðir journalistarnir spurdu ymisk fólk um niðri á Strøgnum. Hetta var í høvuðsheitinum tað, ið sendingin snúði seg um Sjúrður.

Um danskir politikarar kenna tað íslendska flaggið ella tað føroyska ella halda at talan er um tað álendska, ja tað er teirra problem ?

Men eg haldi at langt størri spell er at danir ikki vita meira um tað norðurlendska samarbeiðið innan mentan, útbúgving, gransking, almenna fyrisiting v.m. Men tað er jú við øllum, sum virkar væl, tað verður tikið sum ein sjálvfylgja.

Sum føroyingar hava vit ómetaliga stóra gleði av tí norðurlendska samarbeiðinum. Tað hevur fyri iki at siga ósatt, sera stóran týdning fyri mentanarlívið og ikki minst fyri ung lesandi føroyingar. Tí var sendingin fyri mær at síggja sera vánalig og direkta manipulerandi. Men eitt positivt fekk eg so burturúr, at norðanlond sum eru limir í EU noyðast at tosa við einari tungu í EU, um tey skulu hava ein livandi tjans fyri at verða hoyrd.

Aftur til Sjúrða, eg haldi at fullveldistríðið skal stríðast í Føroyum, millum føroyingar og ikki á Christiansborg ? vissheitina um fullveldið hava tit, men tit mugu vinna fólki á demokratiskan hátt í Føroyum ? tað er her slagið skal standa.