J&K Petersen skulu gera brúnna um Klingruna

Í juli í komandi ári skal brúgvin um Klingruna í Hoyvík standa liðug

Fyrrapartin skrivaðu Steinolvur Petersen, stjóri á J&K Petersen, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverkr, undir sáttmála um gerð av brúgv á nýggja innkomuvegnum til Havnar, sum skal ganga tvørtur um Klingruna beint norðan fyri býlingin Millum Gilja. 

 

Brúgvin skal hava somu útsjónd sum brúgvin, ið er gjørd yvir Flatarvegin, men verður nakað hægri. 

 

Lisitatión var tann 17. oktober, har J&K Petersen átti lægsta tilboðið. Teir vilja gera arbeiðið fyri slakar 6,7 mió. krónur.

 

Arbeiðið byrjar í næstum og er ætlanin, at brúgvin verður liðug í juli 2014.