J&K Petersen skulu byggja Fámjinstunnilin

Í dag er sáttmálin um Fámjinstunnilin undirskrivaður millum Landsverk og J&K Petersen.

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki og Stein Olvur Petersen hjá J&K.

Í dag er ein stórur dagur, tí nú er sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin undirskrivaður.

 

Tað vóru Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, ið skrivaðu undir sáttmálan.

 

Hetta hendi á lítlari samkomu á Landsverki í dag, har fólk, sum hava arbeitt við verkætlanini, vóru hjástødd, umframt at Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eisini var til steðar hesa stóru løtu.

 

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur við tveimum breytum. Tunnilin fær alla ta kravdu trygdarútgerð, ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri projekteringini av verkætlanini.

 

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 miljónir krónur, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina er mettur at vera 207 miljónir. Seinni í ár er ætlanin at bjóða út el-arbeiðið í tunlinum, sum er alt arbeiðið við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

 

Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja sum skjótast á plássinum í Øravík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, sum skal ganga fram til tunnilsmunnan. Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiði seinni í ár.

 

- Øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024, siga tey hjá Landsverki í dag.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tá J&K Petersen bjóðaði upp á verkætlanina við Fámjinstunlinum, var tað við NCC sum undirveitara.

 

##med2##

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki og Stein Olvur Petersen hjá J&K.

Ein so stóran dag sum í dag, er sjálvsagt ein flott "tunnilskøka" á borðinum.