Jim Reeves, Hans Jacob Højgaard og Elvis í Fríðrikskirkjuni

Í morgin, sunnudagin kl 20, verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum

Nú sunnukvøldið klokkan 20:00 verður konsert í Fríðrikskirkjuni undir leiðslu av Jóhan Mortensen.
Blandað kór við einum 35 sangarum fer at leggja fyri. Í ár er einki nýtt kórverk á skránni. Í staðin sleppa Hans Jacob Højgaard, Jim Reeves og Elvis Presley framat.
Kórleiðarin hevur tikið nøkur løg, sum Jim Reeves og Elvis Presley plagdu at syngja og sett tey út fyri kór.
Næmingar úr skúlanum á Glyvrum fara eisini at syngja. Saman við blandaða kórinum og tónleikarunum fara teir at framføra tvey løg.
Eftir stutta andakt og luciagongd fer eitt gentukór at syngja. Framhaldsdeildin í Runavík hevur nú í fleiri ár verið umboðað á jólakonsertunum í Fríðrikskirkjuni. Hesa ferð fer eitt gentukór, mannað við einum 40 gentum úr framheildsdeildini og
7. flokki, at hugna um við trimum løgum. Yndisliga lagið hjá Mozart »Ave verum« hevur verið á skránni á hvørjari konsert - og soleiðis er eisini í ár.
Inn ímillum sangframførslurnar fara næmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla at spæla nøkur løg.
Blandaða kórið fer so at enda konsertina við nøkrum løgum.
Eins og í fjør eru sera góðir tónleikarar við í tiltakinum.
Konsertin verður sum sagt sunnukvøldið 14. des. klokkan 20:00.