JFK-skipini aftur til fiskiskap

Nýggja rækjuskipið hjá JFK fer til Eysturgrønlands í komandi viku. JFK skal hava nýggjan trolara fyri 135 milliónir krónur

Tað var svart av skipum við bryggjurnar í Klaksvík á jólum. Øll skipini hjá JFK-samtakinum vóru inni um jólini, og harafturat lógu eisini stóru nótaskipini, línubátar, útróðrarbátar og onnur før við bryggju.

Nøkur av skipunum eru farin aftur til fiskiskap. Seint annað jólakvøld fóru Norðborg og Christian í Grótunum avstað, og í dag skal Næraberg eftir ætlan aftur til fiskiskap.

Restin av flotanum hjá JFK fer útaftur eftir nýggjárið.

Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns, Fuglberg, fer til Eysturgrønlands ein av fyrstu døgunum eftir nýggjárið. Fuglberg kom til Klaksvíkar beint fyri jól, og liggur í løtuni í Havn, har skipið verður gjørt klárt.

Sundaberg fer í Barentshavið, og Sjúrðaberg fer á Flemish Cap. Hesir fara eisini avstað í komandi viku.


Byggja nýggjan trolara

JFK Trol skal hava nýggjan Skálaberg fyrr tann, sum varð leigaður grønlendarum við forkeypsrætti.

Nýggi Skálaberg verður størri enn tann undanfarni. Hann verður næstan 75 metrar langur og 16 metrar breiður, og hann verður eisini nakað hægri enn gamli Skálaberg.

Nýggja skipið, sum fer at kosta 135 milliónir at byggja, verður bygt á norsku skipasmiðjuni Kimek, men skrokkurin skal gerast í Ukraine. Skipið skal eftir ætlan latast JFK Trol á heysti í 2002.

Nýggi Skálaberg fer at kunna trola við trimum trolum samstundis, og knapt 50 mans kunnu verða við trolaranum.

Umframt hetta skipið er hann eitt líknandi skip umfatað av nýggja sáttmálanum, men enn er endalig støða ikki til, um JFK fer at byggja tvey skip.