Um átta-tíðina í morgun legði stóra ferðafólkaskipið Jewel of the Seas at bryggju í Ánunum.
Við umborð eru 2.200 ferðafólkum, og er hetta størsta ferðamannaskip, sum hevur lagt at bryggju í Føroyum.
Bussar hava syrgt fyri, at tey vitjandi kundu sleppa runt at síggja ymiskt, og tey hava verið at sæð ymsastaðni í meginøkinum.
Men serliga í Klaksvík settu tey ferðandi sín dám á býarmyndina, tí so nógv fólk í einum síggjast sjálvandi aftur ein vanligan gerandisdag.
Okkara reportari, Heri Simonsen, hitti seinnapartin cruise-samskiparin hjá Klaksvíkar kommunu, Finn Johannessen, ið var sera fegin um henda fyrsta dagin við stórari skipsvitjan í Klaksvík:
Høvuðsmyndina tók Erland Sivertsen.