Spenningurin lat seg ikki fjala hjá teimum 8 ? 10 ikki heilt ungu monnunum, sum vóru savnaðir uttanfyri býráðshúsið í Klaksvík týsdagin seinnapartin. Og hóast Jethro Tull vóru nakað seinkaðir, so ávirkaði tað ikki góða hýrin hjá fjepparnum, sum høvdu sett alt annað til viks hesa løtuna fyri at hitta sínar stóru tónleikahetjur. Tí sum onkur av teimum segði: Tað taka vit við ? summir av okkum hava bíðað í eini 30 ár.
Føðingardagssangur og trøllasøgur
Býráðshøllin í Klaksvík hevur uttan iva verið karmur um eitt sindur av hvørjum gjøgnum árini, men føðingardagssangurin fyri oddamanninum í Jethro Tull, Ian Anderson, mundi hoyra til eitt av teimum meir øðrvísi innsløgunum. Anderson fylti nevniliga 57 hendan dagin, og tað lótu fjepparnir ikki fara stillisliga framvið. Neyvan vóru tónleikarnir sessaðir, tá ein fúsur Alex Sólstein setti seg við klaverið, og teir ikki minni væl upplagdu fjepparnir stemmaðu í ?Happy Birthday?, sum teir sungu á tamb av heilum hjarta fyri tí ikki sørt ovfarna Ian Anderson.
Alex hevði eisini fingið heiðurin at halda røðu fyri Jethro Tull limunum, sum hugtikinir lýddu á, meðan Alex rættiliga fekk lív og dramatikk í hendingar og trøllasøgur úr Norðoyggjum
Fjepparar og kennarar
Tað var Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini, sum saman við Oddvu Nattestad samskipara á Listastevnuni, hevði fingið hugskotið til, at fjepparabólkurin í Klaksvík skuldi sleppa at hitta Jethro Tull. Tiltakið var óalment, og heldur ikki fjepparnir vistu av nøkrum, fyrr enn beint áðrenn Jethro Tull løgdu at í Klaksvík.
Jórun hevði fingið hugskotið, tá hon í vár hoyrdi eina sending í útvarpinum, har eldhugaðu fjepparnir greiddu frá, hví teir vóru so hugtiknir av Jethro Tull. Øll, sum hoyrdu sendingina, mundu varnast, at hetta vóru veruligir kennarar av søguni hjá Jethro Tull og teirra tónleiki. So tað mundi vera ein sermerkt uppliving hjá teimum at fáa eitt prát við tónleikahetjurnar og uttan iva eisini hjá Jethro Tull at hitta hendan fjarðskotna og óvanliga trúfasta fjepparabólkin í Klaksvík.