Jesus er endamálið

Fólk streymaðu í Kelduna í Skálafirði leygarkvøldið til ungdómstiltakið, Awake. Gjøgnum Rás2, sum sendi beinleiðis, varð neyðugt hjá fyrireikarunum at heita á fólk um ikki at koma fleiri, tí nú var talið á fólki farið upp um tey túsund, sum av trygdarorsøkum er tað mest loyvda

 
 
Tey ungu, sum fingu høvi at vera við til stóra ungdómstiltakið í Kelduni leygarkvøldið, vóru avgjørt ikki vónsvikin.
Hetta var júst nakað fyri tey ungu. Tónleikurin var av tí besta og ljóð, ljós og litir settu veruliga sín dám á kvøldið.
Húsið er útgjørt við øllum tí, sum krevst til eina nútímans konsert, og møguleikarnir at framføra eru teir bestu í landinum.
Arni Abrahamsen, ungdómsleiðari sigur, at tey gjørdu av at gera eitt tiltak fyri tey ungu, har tey samstundis fingu roynt ljóð- og ljósútgerðina rættiliga.
Tað vóru fyrst og fremst ung, sum hoyra til Kelduna, ið sungu og framførdu. Tó hevði Eyðun Jacobsen savnað nakrar tónleikarar úr fleiri øðrum samkomum í ein bólk, sum hann nevnir, Eyðun Jacobsen Band.
Samanumtikið kunnu vit siga, at hetta var eitt serstakliga væleydnað tiltak, sum rættiliga fangaði tey ungu.
- Okkara høvuðsendamál er sjálvsagt at lyfta Jesu navn høgt, og tað gleðiligasta av øllum er, at hetta fyrsta vikuskiftið í nýggja húsinum komu fleiri til umvending, sigur Arni Abrahamsen.
Ungdómsmøtið er í Kelduni hvørt leygarkvøld klokkan 21.00, og í vetur er ætlanin at skipa fyri fleiri størri tiltøkum. Eitt nú kemur kristni rockbólkurin, Narnia úr Svøríki, á vitjan einaferð í heyst.