Amerikanski mannarættindastríðsmaðurin og fyrrverandi forsetavalevnið, Jesse Jackson, er deyður.
Hetta boðar familja hansara frá sambært NBC News.
Hann var 84 ára gamal.
Deyðaorsøkin varð ikki greið beinanvegin, men familjan skrivar, at hann doyði friðarliga umgyrdur av familjuni.
– Pápi okkara var tænandi leiðari. Ikki bara fyri familju okkara, men eisini fyri tey kúgaðu, tey uttan rødd og tey sum ikki verða sædd kring heimin, sigur Jackson-familjan í eini fráboðan sambært amerikanskum miðlum, og leggur afturat:
– Ótroyttiliga trúgv hansara á rættvísi, javnstøðu og kærleika lyfti milliónir, og vit biðja tykkum heiðra minni hansara við at halda fram at stríðast fyri teimum virðum, hann livdi eftir.
Í 2017 avdúkaði Jackson, at hann hevði Parkinsonsjúku, og í november 2025 varð hann innlagdur á sjúkrahús við progressivari supranukleær parese (PSP), sigur áhugafelagsskapurin hansara Rainbow Push Coalition til NBC News.
PSP er ein sjáldsom og álvarslig sjúka, sum kann hava sjúkueyðkenni, sum líkjast Parkinson.
Arbeiðið hjá Jackson stavar frá mannarættindarørsluni í USA í 1960-árunum, undir leiðslu av Martin Luther King, sum Jackson einaferð var tætt knýttur at.
Tá King varð skotin og dripin á einum moteli í Memphis í 1968, var Jackson ein av ráðgevunum hjá King og stóð sambært The Guardian á einum parkeringsplássi undir svalanum, har King varð skotin, tá drápið hendi.
Mannarættindastríðsmaðurin hevur eisini eina langa politiska yrkisleið aftanfyri seg.
Bæði í 1984 og 1988 royndi Jackson at tryggja demokratisku uppstillingina til amerikanska forsetavalið. Tað eydnaðist tó ikki, men Jackson helt fram við sínum arbeiði at berjast ímóti rasismu og tryggja rættindi og eitt betri lív hjá svørtum í USA.
Jesse Jackson varð føddur í 1941 í Greenville í Suður Carolina.
Í 1959 fór hann inn á løgfrøðisdeildina á universitetinum í Illinois við fótbóltsstuðli.
Í 1966 flutti hann til Chicago og fór at lesa gudfrøði.
/Ritzau/











