Jesper Theilgaard gevst sum veðurvertur

Orð og mynd: Dávur Winther

 

Nú er tað alment – takk til DR og hyggjarnar fyri 27 góð ár í miðlatænastuni, skrivar Jesper Theilgaard á sínum FaceBók-vanga. Hann ætlar sær at halda fram sum veðurspáari í egnum nýstovnaðum veðurfelag, kallað klimaformidling.dk.

 

Navnframi og fólkakæri Jesper Theilgaard, sum við onkur høvi hevur verið í Føroyum – m.a. í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík í 2016, har hann greiddi frá um framtíðar veðurlagið, heldur uppat sum veðurvertur hjá DR í februar, komandi – eftir 27 ár sum veðurvertur hjá DR.

 

- Tað hevur verið eitt trist summarveður í Danmark, og heystið byrjaði ikki serliga hugaligt heldur. Og nú kemur enn ein trist veðurnýggjheit, skrivar DR á heimasíðu síni, um at Jesper Theimgaard leggur frá sær.

 

62-ára gamli Jesper Theilgaard gevst vegna tað, at DR-Veðrið flytir til Århus komandi ár.

- Tað er als ikki tað, at eg klamsi við huðrunum og DR hevur fullan rætt til at ”flyta Veðrið til Årsus”, sigur Jesper Theilgaard og greiðir frá, at hann hevði ætlanir um at pendle aftur og fram, men heldur tó, at hetta gert ov nógv av tí góða.

 

- Sum fráleið fór eg at hugsa hetta sum ein nýggjan møguleika, har eg kann blíva harri yvir minum egna kallendari. So nú taki eg lopið, siger Jesper Theilgaard.

 

Seinastu árini er avhildni meteorologurin eisini vorðin kendur sum ein av fremstu veðurlagsserfrøðingunum í Danmark, ið ofta hevur virknan leiklut í veðirlagsráðsstevnum víða um í heiminum. Hesum arbeiði ætlan Jesper Theilgaard eisini at halda fram við, men eisini at skriva bøkur. Annars at hjálpa fólki og virkum við neyvari veðurlagið, ráðstevnum og burðardygd – hetta umvegis sítt nýggja veðurlagsvirki.

 

- Tað er við sorgblíðni eg gevist nú í DR, men eg eri takksamur fyri, at hava kunnað ognað mær holla vitan um veðrið, sum kann gerast mongum hent, nú fleiri og fleiri verðurlagsspurningar stinga seg upp, sigur Jesper Theilgaard.