Leygarkvøldið 19. mai fer ein av bestu gospelrockbólkunum í Europa at spæla á stórari konsert í ítróttarhøllini í Runavík.
Svensku Jerusalem koma til Føroyar at hava konsert, og teir eru ikki hvør sum helst. Síðani teir byrjaðu at spæla í 1975 hava teir verið roknaðir sum ein tann besti gospelbólkurin í Europa.
Teir spæla harðan rocktónleik, tó altíð við einum beinraknum kristnum boðskapi.
Upprunamanningin
Tað var Ulf Chrstiansson, sum stovnaði bólkin í 1975, og hetta hendi, eftir at hann varð vorðin trúgvandi kristin. Tað var ymiskt, hvussu nýggju gospelrockarnir vórðu móttiknir av fólki ? tað var alt frá fagnarrómi til veruligt hatur.
Tað var ókent tá í tíðini, at kristnir bólkar spældur so harðan tónleik við kristnum innihaldi ? og so enntá í kirkjum og samkomuhúsum.
Jerusalem fullu ikki í fátt av mótburðinum, og tað skuldi vísa seg at verða ein skilgóða avgerð. Teir hava gjøgnum árini sæð, hvussu túsundtals av ungfólki hava tikið í móti teimum og boðskapinum, teir bera.
Manningin í bólkinum hevur verið fyri fleiri útskiftingum gjøgnum árini, men nú er bólkurin mannaður við teimum, sum vóru við frá byrjanini. Teir eru: Ulf Christiansson, gittar og sang, Dan Tibell, keyboard, Anders Mossberg, bass, og Klas Anderhell, trummur.
Upprunamanningin hevur givið fleiri fløgur út seinnu árini.
Eingin bumba hesferð
Jerusalem hevur einaferð áður spælt í Føroyum. Tað var í áttatiárunum og hvør minnist ikki tiltiknu bumbuna, sum teir brustu. Bumban var nakað hart lødd, tí hon mundi blást oyrini av fólki, men teir í Jerusalem hava lovað fyrireikarunum, at hetta verður ikki endurtikið.
Tað er nýstovnaða felagið, Adore Music, sum stendur fyri konsertini. Felagið varð stovnað fyri nøkrum mánaðum síðani við tí endamáli at stimbra kristnað tónleikin í Føroyum við at skipa fyri konsertum, festivalum og ymiskum ráðstevnum.
Konsertin við Jerusalem er fyrsta stóra tiltakið hjá felagnum.
Atongumerki til konsertina leygarkvøldið 19. mai fáast á Statoilstøðunum kring landið og kosta 125 krónur.