Jeppe Borch heldur fram í Neistanum

Hondbóltsfelagið Neistin hevur longt samstarvsavtaluna við danan Jeppe Borch, sum heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár.

 

Tann 40 ára gamli Jeppe Borch tók við sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum í fjør. Neistin skrivar á heimasíðuni, at saman við venjaratoyminum og spælarunum hevur Jeppe Borch fingið sera góð úrslit higartil. Menninir hjá Neistanum eru í løtuni fremst í landskappingini.

 

Umframt at vera venjari hjá Neistanum er Jeppe Borch eisini partur av landsliðsarbeiðnum hjá Hondbóltssambandinum.