Jensina og Ljóðfílurin gleða seg til ólavsøku

Jensina og Ljóðfílurin gleða seg allarmest at keypa eina ballón á ólavsøku. Men hon má ikki vera grøn.

Rigmor Dam

rigmor@sosialurin.fo

Myndir: Beinta Haraldsen


Á ólavsøku kavar Jensina djúpt niður í gyklarakuffertið eftir føroysku húgvuni, sum Ljóðfílurin skal í. Eisini letur hon seg í litríka kalottin. Tað er húgvan, sum mamman seymaði, tá hon var sjey.


- Á ólavsøku búgva vit hjá mostir, tí hon býr mitt í býnum. Men hetta verður helst seinastu ferð, tí mostir er blivin forlelskað í einum polakki við stórum yvirskeggi. Og tey bæði flyta nokk til Polen í heyst.


Vit hitta Jensinu og Ljóðfílin á Tinghúsvøllinum ein ordiliga prikkuttan summardáadag í juli. Tey bæði eru farin oman í býin at sleikja sól, sum tey rópa hetta við at lofta sólarglottum í luftini.. eins og pannikøkum.


- Tá eg skal vera fín, lati eg meg í tveir kjólar og sokkabuksur. Í ár eru sokkabuksurnar appilsingular, tí tað matchar við Croc-skógvarnar. Ljóðfílurin hevur fingið nýggja jakka, so hann verður eisini so fínur, sigur Jensina, og snerkir upp móti sólini. Men hon má ansa eftir, at hon ikki snerkir á myndunum, sum Beinta tekur av henni, meðan vit tosa.


Sleppur ballónini upp


Ólavsøkan hjá teimum báðum líkist annars ólavsøkuni hjá flestu føroyingum.


Men tey keypa altíð eina ballón, tí tað gleðir Ljóðfílur seg til alt árið.


- Men hon má ikki vera grøn, sigur Jensina at Ljóðfílur sigur. Hví veit hon ikki.


Men Ljóðfílur heldur slett ikki, at tað er stuttligt at ganga við ballónini. Hann vil bara hava hana, so hann kann sleppa at sleppa henni og síggja hana fara til himmals.


- Tá vit hava keypt ballónina, fara vit altíð oman á Hafnia á Áarvegnum, har vit fáa okkum ein góðan bita at eta. Tá vit eru proppmett, ganga vit allan vegin upp gjøgnum trappurnar upp á toppin á hotellinum, har Ljóðfólur sleppur ballónini upp í loft. Tað heldur hann vera so stuttligt, sigur Jensina og flennir. Ikki tí hon heldur tað vera so stuttligt at ballónin, sum hon hevur brúkt nógvar pengar upp á, verður slept upp í skýggini, men tí sólstrálurnar kitla bibburnar og hon gleðir seg til ólavsøku.


- Eg havi sagt við hann, at tað er eitt sindur klikkað at sleppa ballónini. Men tað leggur hann onki í. Hann tímir ikki at spæla við hana - vil bara sleppa henni, forklárar hon.


Spæla kappróður


Eitt annað, sum Jensina og Ljóðfílur elska við ólavsøkuni, er kappróðurin. Áðrenn ólavsøku spæla tey eisini kappróður við bátum, sum tey sjálvi gera úr tómum vesirullum, smáum smarties-eskjum og einum teknaðum flaggi. Og so rógva tey um kapp á borðinum.


- Eg haldi við Havnabátinum, men Ljóðfílur heldur altíð við tí, sum kemur fyrst á mál, sigur Jensina. Annars letur hon eisini heilsa frá Ljóðfíli, at hann heldur kappróður verða ein nokkso gamaldags sportur. Hann heldur, at vit heldur skuldu spælt beachvolley.


Verri enn Tobbi


Herfyri var Ljóðfílur so óheppin, at hann breyt snápulin og varð sendur til serviðgerð í Danmark, fortelur Jensina. Tey eru tó fegin um, at snápulin ikki brotnaði so langt inni, tí so kundi hann verið endaður inni í munninum á honum. Og tað hevði sær forbiðið snedigt út, halda tey.


Men nú hevur Ljóðfílur lisið í bløðunum, at føroyingar fara ikki at verða sendir niður til serviðgerð longur. Bara tá tað stendur um lív. Tí er hann nokkso bangin fyri at bróta snápulin aftur.

- Hóast hann kanska ikki hevði verið í lívsvanda, so hevði hann verið nokkso ólukkuligur við ongum snápli, heldur Jensina, sum tó hevur uggað Ljóðfíl við, at tað helst ikki fer at henda aftur. So hann fær vónandi ikki tørv á serviðgerð uttanlands aftur.

Politikkur er annars tað heilt stóra í lívinum hjá Ljóðfíli. Og sum so nógv onnur við hesum áhugamálinum, er hann rættiliga illfýsin fyri tíðina.


Jensina fortelur, at av tí, at Ljóðfílur er so rævuliga illur í politikki, torir hon næstan ikki at fara á fólkafund í Doktaragrund við honum, tí hann vil so gjarna halda røðu.


- Hann hevur so ilt av, at bilarnir koyra so skjótt á vegnum, tí tey smáu børnini duga ikki so væl í ferðsluni. Og skúlarnir trongja eisini til at málast og alt møguligt annað, sum hann gongur uppí, sigur Jensina, sum kortini ætlar at leggja leiðina framvið í Doktaragrund.


- Ja, eg má bara ansa eftir at hann ikki tekur mikrofonina frá Tobba, tí so verður heilt galið, sigur hon og flennir.


Syngur illa og hart


Tey, sum kenna Jensinu og Ljóðfíl vita, at sangur og tónleikur fylla nógv í lívinum hjá teimum. Eisini á ólavsøku, har tey millum annað eru á Tinghúsvøllinum, tá Ólavsøkukórið syngur, og tá midnáttarsangurin er.


- Vit elska midnáttarsangin. Serliga elski eg tjóðsangin, sum eitur ”Tú alfagra land mítt”. Eg fái altíð klump í eygað av honum, sigur Jensina, sum nokk meinar tár á eygað. Hon fortelur eisini, at besti sangurin hjá Ljóðfíli er ein, sum eitur ”Eg sjólívið valdi”, tí hann ætlaði sær so bestemt at vera sjómaður. Men tað bar ikki til, tí hann hevði ov stór oyru.


- Hann syngur alla tíðina tann sangin. Eisini tá hini syngja aðrar sangir. Og tú mást ikki siga tað við hann, men hann syngur altso onki serliga væl. Ikki sum eg. Eg syngi ordiliga væl og hart, sigur Jensina, og nýsir so hart, at nakrir agggamlir amerikanskir turistarnir í samaslag himmalbláum fleecetroyggjum steðga á og peika og flenna. Teir eru snedigir, halda vit.


Skotin blomstur


Tivoli er eisini ein partur av ólavsøkuni. Fyrr var tivoli altíð í Kommunuskúlagarðinum, men í ár verður tað flutt oman í Skálatrøð, sum er stóra parkeringsplássið tætt við flótibrúgvarnar á vestaru Vág.


- Vit brúka ikki pengar í Tivoli. Vit hyggja bara meðan hini keypa og tapa, sigur Jensina.


Tað allarstuttligasta halda tey tó vera at hyggja at meðan menn og konur skjóta blomstur niður.


- Men vit undra okkum tó á, at man fær eitt blomsur við skotholum í. Heldur skuldi man fingið eitt nýtt, tá mann hevur klárað at skjóta eitt niður, heldur Jensina.


Ja, tey eru skotin í blomstrum. Ella skotin í blómum – blómuskotin, hugleiða vit, og strekkja okkum á grøna bønum við øllum summardáunum.


Páskaregg og lumpiegg


Men hvat eta Jensina og Ljóðfílur á ólavsøku? Tú klárar ikki at gita. Egg og egg og aftur egg. Bæði vanlig kókað egg, eggjakaku og røregg. Men eisini páskaregg úr sjokolátu og lumpispejlegg, sum tey eisini gjørdu í einum parti av Ding Dang Pappsang.


- Altso. Vit keypa altíð nógv gomul páskaregg fyri hálvan prís aftan á páskir. So goyma vit tey til ólavsøku, fortelur Jensina.

Og so minnir hon á uppskriftina við lumpispejleggum, sum rigga hvørja ferð.


- Tú knúsar nakrar makrónir og leggur tær á ein talerk. Omaná leggur tú eina hálva ferskin, og rundanum pískaðan róma. Tað líkist akkurát spejleggi. Men í veruleikanum er tað ein lekkur desert, sigur Jensina, sum altíð etur lumpispejlegg, tá hon hevur eitthvørt at hátíðarhalda.


Seinastu mongu dagarnar hevur hon hátíðarhildið nýggju fløguna, Barnahjartafløga, sum hon hevur givið út. Kanska tú eisini fert at fáa tær lumpispejlegg, meðan tú lurtar eftir fløguni?


Í øllum førum ynskja Jensina og Ljóðfílurin øllum føroyingum eina góða ólavsøku. Tað sama ynskja vit teimum.